Mentan

“Navalny” endar skeiðið hjá Filmsfelagnum

Nógv róstur heimildarfilmur um fremsta Putin-andstøðingin verður vístur mikukvøldið

2022-05-19 09:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikudagin sýnir Filmsfelagið nýggja heimildarfilmin ”Navalny” í Havnar Bio. Tá filmurin varð frumsýndur á Sundance Film Festival í ár, vann hann bæði Audience Award og Festival Favorite Award.

Heiðursgongdin helt fram, tá “Navalny” varð vístur á filmstevnuni CPH:DOX í ár. Umframt at fáa fimm- og seksstjørnað ummæli, reistust fólk í tign eftir lidnu biografsýningina í Keypmannahavn.

”Navalny” verður lýstur sum ein nøtrisøga av heimildarslag, ið lýsir politikk, mutur, maktina hjá Putin og framtíðina hjá Russlandi.

Í høvuðsleiklutinum síggja vit hin bæði djarva og tolna andstøðupolitikaran, Aleksej Navalnyj (f.1976), sum eftir drúgvan dóm situr í russiskum fangahúsi. Í filminum kannar hann skakandi morðætlanirnar, hann sjálvur er fyri.

Eftir sýningina fer Filmsfelagið í summarferiu. Fyrst í august verða sýningar við nýggjum ísraelskum heimildarfilmum í Løkshøll, sum ísraelski sendiharrin fer at innleiða.

60 ár og 4 klassikarar

Regluligu mikudagssýningarnar í Havnar Bio byrja aftur mikukvøldið 24. august við skotska klassikaranum “Trainspotting” (1996). Hetta er fyrsti av fýra filmsklassikarum, sum Filmsfelagið, ið fyllir 60 ár hin 7. oktober, hevur fingið við góðari hjálp frá Jesper Andersen, sum er programmleiðari í Cinemateket í Danska Filmshúsinum.

Hinir tríggir filmsklassikararnir eru ”One Flew Over the Cuckoo's” (1975), sum verður sýndur 7. september, “Some Like It Hot” (1959), sum verður sýndur 21. september og “Psycho” (1960), sum verður sýndur 5. oktober. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder