Russiski andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj, sum hevur sitið í fongsli seinasta árið, er nú skrásettur á listanum hjá russisku myndugleikunum yvir yvirgangsfólk og ekstremistar.
14. januar endaðu tveir av nærmastu ráðgevum hansara, Leonid Volkov og Ivan Zjdanov á listanum, og tilsamans níggju av ráðgevum og stuðlum hansara eru nú endaðir har saman við eitt nú Islamiskum Stati (IS), skrivar Ritzau.
Tað er russiska fíggjareftirlitið, Rosfinmonitoring, sum ger listan.
Tað er eitt ár síðan Navalnyj varð, handtikin og fonglaður, tá hann kom aftur til Russlands eftir at hava verið í Berlin, har hann fekk viðgerð fyri eitran.
Staðfest varð, at hann varð eitraður við nervaeitrinum Novitjok, og Navalnyj vil vera við, at tað var russiska stjórnin, sum stóð aftanfyri eitranina.
Dómurin hjá Navalnyj er tvey og eitt hálvt ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald