1. januar fær Nes kommuna ein kommunustjóra.
Á býráðsfundi 25. november samtykti býráðið í kommununi at umskipa kommunuskrivarastarvið soleiðis, at Elsbet Ellingsgaard Magnussen, kommunuskrivari, frá 1. januar 2025 verður kommunustjóri.
Elsbet E. Magnussen, ið hevur verið kommunuskrivari í Nes kommunu síðan 1. juni 2021, hevur drúgvar arbeiðsroyndir í kommunalum høpi. Hon tók skrivstovuútbúgving hjá Nes kommunu, og er útbúgvin BA og M.S.Sc. í politikki og umsiting frá Fróðskaparsetur Føroya, skrivar Nes kommuna.
– Seinastu árini hevur verið sera stórur fólkavøkstur í Nes kommunu. Tann 1. januar 2020 búðu 1.338 fólk í kommununi, meðan talið í nov. 2024 er komið uppá 1.585. Á vári 2023 tók kommunan við býarheiti, og vøksturin í fólkatalinum heldur fram. Tað hevur verið sera nógv bygging, bæði av íbúðum og sethúsum, og enn fleiri stórar verkætlanir eru fyri framman. So tað er sjón fyri søgn, at Nes kommuna, eftir stuttari tíð, hevur ment seg frá at vera ein bygdarkommuna til at vera ein býarkommuna.
– Umsitingin á skrivstovuni hevur tí eisini verið í broyting. Vøksturin og menningin hava borið við sær bæði økt og meira krevjandi virksemi, og umsitingin hevur fingið bæði fleiri og fjølbroyttari uppgávur.
– Á heysti í 2023 varð umsitingin á teknisku deild umskipað og økt við einum starvsfólki, tá ið nýggjur tekniskur leiðari varð settur. Nú kommunuskrivarin í Nes kommunu hevur fingið enn fleiri leiðslukendar uppgávur, heldur býráðið tað vera rætt at umskipa kommunuskrivarastarvið til kommunustjóra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald