Innanlands

Nes kommuna: Katrin Poulsen gevst eftir 35 ár

Katrin varð sett sum dagrøktarleiðari í 1986. Seinastu fimm árini hon starvast í Barnagarðinum

Borgarstjórin handaði blómur og takkaði vegna Nes kommunu Katrini fyri trúgva og drúgva tænastu

Borgarstjórin handaði blómur og takkaði vegna Nes kommunu Katrini fyri trúgva og drúgva tænastu

2021-04-29 20:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katrin Poulsen gevst nú vegna aldur, eftir at hon hevur verið í starvi hjá Nes kommunu í samfull 35 ár.

Katrin Poulsen varð sett sum dagrøktarleiðari  í 1986. Hon var í hesum starvi til í 2016, tá ið Dagrøktin varð niðurløgd, tí vøggustovan kom í Barnagarðinum. Sostatt var Katrin dagrøktarleiðari í 30 ár. Seinastu fimm árini hevur Katrin starvast í Barnagarðinum, skrivar nes.fo.

Á lítlari samkomu í gjár hugleiddi Súni í Hjøllum um gongdina og stóru broytingina innan barnaansing eins og útbyggingar í Nes kommunu í hesum sambandi tey seinastu 35 árini. Síðan handaði borgarstjórin blómur og takkaði vegna Nes kommunu Katrini fyri trúgva og drúgva tænastu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder