Innanlands

Nes kommuna: Noyðast at spara uppá drekkivatnið og at pumpa vatn úr Toftavatni

Tað hevur verið turt í veðrinum seinastu tíðina, og tað hevur við sær, at vatngoymslurnar í løtuni minka skjótt

Toftavatn (Mynd: Ann Jacobsen Djurhuus)

Toftavatn (Mynd: Ann Jacobsen Djurhuus)

2020-05-04 11:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hevur tað verið turrveður kring landið, og hóast hetta á ymsan hátt er sera gott, gevur tað ávísar avbjóðingar ymsastaðni. 

Nes kommuna heitir nú á allar sínar borgarar um at spara uppá drekkivatnið og ansa eftir ikki at lata vatn renna óneyðugt. Orsøkin er, at vatngoymslurnar í løtuni minka skjótt.

Á heimasíðuni hjá kommuni verður eisini boðað frá, at fyri at nøkta vatntørvin í kommununi er nú eisini neyðugt at pumpa vatn úr Toftavatni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder