Uttanlands

Netanyahu: Hetta var neyðugt

Amerikanski forsetin sigur, at tað var rættvíst, at Ísrael drap Hizbollah-leiðaran, meðan leiðarin í Iran hevur lýst landasorg í fimm dagar

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

2024-09-29 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Nasrallah var ikki ein yvirgangsmaður, hann var yvirgangsmaðurin, sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, eftir at ísraelski herurin í gjár boðaði frá, at hann hevði dripið ovasta leiðaran í Hizbollah.

Netanyahu sigur, at Nasrallah hevur ábyrgdina av dráp á óteljandi ísraelar og borgarar úr øðrum londum, m.a. hundraðtals amerikanarar og fraklendingar, og var tað neyðugt at drepa hann.

– Eg gav boðini. Og Nasrallah er ikki longur millum okkum, sigur hann sambært Ritzau.

– Drápið á Nasrallah var eitt neyðugt stig fyri at náa tey mál, vit hava sett okkum, um at, íbúgvar skulu kunna fara trygt aftur til heim teirra har norðuri, og um at broyta valdsjavnvágina í økinum komandi árini.

Les eisini: Hizbollah váttar: Nasrallah er dripin

Amerikanski forsetin, Joe Biden sigur um drápið, at tað var "rættvíst", og at USA stuðlar rættin hjá Ísrael at verja seg móti bólkum, sum verða stuðlaðir av Iran.

Í Iran hevur leiðarin, Ayatollah Ali Khamanei lýst landasorg í fimm dagar og lovað hevnd fyri drápið.

Eisini heitir hann á iranar og muslimar sum heild um at standa saman við Hizbollah og fólkinum í Libanon.

Í gjár varð eisini boðað frá, at trygdin hjá Khamanei varð herd, og at hann eftir drápið á Nasrallah varð fluttur til eitt trygt stað í Iran, sum hevur samskift við Hizbollah og aðrar rørslur í økinum fyri at avgera, hvat næsta stig verður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder