Stroymingarsíðan Netflix hevur havt sínar avbjóðingar seinastu árini og hevur eisini lagt hægri gjald á hjá haldaraum, umframt at hava gjørt tað trupult hjá fólki í ymiskum húsarhaldum at hava sama hald.
Sí eisini: Netflix hækkar prísin
Nú gongur eisini betri hjá Netflix - bæði í mun til haldaratøl og inntøkur.
Í fráboðan í sambandi við ársrokniskapin fyri 2024, skrivar Netflix, at talið av haldum kring heimin nú er omanfyri 300 milliónir fyri fyrstu ferð.
Netflix fekk 41 milliónir nýggjar haldarar í 2024. Hetta skrivar Ritzau umframt fleiri altjóða miðlar.
Sí eisini: Netflix misti 970.000 haldarar í næsta ársfjórðingi
Umsetningurin í fjør var 39 milliardir dollarar, sum eru umleið 280 milliardir krónur. Hetta er umleið 16 prosent meira enn í 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald