![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í hesum døgum eru fólk nógv heima, og tað ger millum annað, at nýstlan av stroymingartænastum fer upp.
Hetta merkir risin innan tað, Netflix, av álvara. Í fyrsta ársfjórðinginum í ár (januar-mars) fekk amerikanska felagið 15,7 milliónir nýggj hald skrásett. Talið fyri ein ársfjórðing hevur ongantíð áður verið so stórt, og tað er væl yvir helmingurin av talinum, ið varð væntað framanundan. Hetta upplýsir Netflix í sínum rokniskapi. Samanlagt hevur Netflix áleið 183 milliónir hald kring heimin - 22,8 prosent fleiri enn í fjør.
Netflix væntaði, at 7 milliónir nýggj hald fóru at verða skrásett, men vísir á at sóttarhald og annað í samband við koronastøðuna avgjørt hava spælt ein leiklut í stóru økingini. Umsetningurin fyrsta ársfjórðing var 5,77 milliardir dollarar - áleið 40 milliardir krónur, skrivar mediawatch.dk.
Joe Exotic og framgongd - vóna og vænta eina afturgongd
Partabrævið hjá Netflix er eisini vaksið nógv í 2020 - heili 35 prosent er tað farið upp.
Netflix ger alsamt fleiri egnar røðir og filmar, og Netflix-røðin "Tiger King" hevur veruliga vakt ans og áhuga seinastu vikurnar. 10 dagar eftir at røðin kom út, høvdu 34,3 milliónir hyggjarar verið inni og hugt eftir stríðnum millum serstaka "tikara-mannin" Joe Exotic og hansara stríð við Carole Baskin.
Netflix væntar, og vónar eisini, eina afturgongd:
- Hyggjaratølini fara helst at falla, og tað fer vøksturin í nýggjum haldum helst eisini. Hetta í tráð við, at fólk sleppa meira út, og tað vóna vit hendir skjótt, stendur í rokniskaparfrágreiðingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald