Innanlands

Nevndin í Heilsuhjálparafelagnum hevur fullan stuðul frá álitisfólkunum

Samráðingaruppskotið hjá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum er sera víðfevnt í sínum krøvum, staðfesta álitisfólkini. Bólturin liggur hjá KAF

2025-02-19 14:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku fór nevndin í Heilshjálparafelagnum frá borðinum einar tjúgu minuttir eftir, at sáttmálauppskot varð lagt fram.

Hetta var á samráðingarfundi hósdagin við Kommunala arbeiðsgevarafelagið, sum felagið hevur verið í samráðingum við seinastu mánaðirnar.

- Uppskotið frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum var ein long røð av krøvum, um at okkara limir skuldu geva frá sær vunnin rættindi uttan at fáa nakað afturfyri,

Soleiðis segði Mary Antonsdóttir tá; stutt eftir at samráðingarfundurin var slitin uttan úrslit.

Sí eisini: Heilsuhjálparafelag Føroya steðgar samráðngunum

Tað stendur nú eisini púra greitt, at álitisfólkini hjá Heilsuhjálparafelagnum stuðla nevnd felagsins.

Hetta er greitt eftir fund í gjár, týsdagin 18. februar.. Tað skrivar felagið á heimasíðu sínari.

- Álitisfólkini sluppu til orðanna, og tað er fullur uppbakningur fyri støðuni hjá nevndini.

[object Object]

Staðfestingin er,  at samráðingaruppskotið hjá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum er sera víðfevnt í sínum krøvum, og at heilsuhjálparar í roynd og veru sjálvir skulu gjalda fyri sína lønarhækking. Hetta ger seg inn á fleiri grundleggjandi rættindi hjá felagið og limum

- Við dygga stuðlinum frá álitisfólkunum kennir nevndin seg enn tryggari í síni støðu. Kommunala arbeiðsgevarafelagið eigur næsta leik, sum má vísa, um nakað grundarlag er fyri at samráðast víðari, sigur Heilsuhjálparafelag Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder