Málið um flogvanlukkuna í Iran gerst meira ansvekjandi. Nú áleið tvey samdøgur eftir at Boeing 737-800 flogfari datt niður heilt stutt eftir fráferð úr itanska høvuðsstaðnum Theran við 176 ferðafólkum umborð, er hetta søgan ið fær mest umrøðu í stórum altjóða miðlum.
Eitt er, at talan er um eina stóra og syndarliga vanlukku, men tað sum hevur fylt, serliga síðani í gjáramorgunin, er at talan var ikki eina "vanliga" flogvanlukku, har okkurt gekk galið við motorinum. Hetta var annars tað, sum iranskir og aðrir miðlar skrvaðu skjótt, og tað sum sendimaðurin hjá Ukreina í Iran váttaði fyrrapartin mikudagin.
Les eisini:
176 fólk latið lív í flogvanlukku í Iran
Ukreinski forsetin: Latið vera við at illgita
Skjótt fóru tó søgur at ganga um, at talan var um eina iranska rakettt, ið skuldi raka eitt mál, men sum av óvart rakti flogfarið. Hetta róði millum annað Donald Trump undir á tíðindafundi í gjár; hann segði í øllum førum at tað illgrunavert, og at onkur helst hevði gjørt okkum mistak. Trygdarserfrøðingar í Evropa mettu, at hetta ikki var ósannlíkt. At mynduleikar í Ukreina skjótt gjørdu greitt, at tað var óvist, um ein motorfeilur var orsøkin til vanlukkuna koyrdi eisini brenni á bálið.
Les eisini: Amerikanskir miðlar: Iran skeyt flogfarið niður
Flogmynduleikar í Iran vísa aftur, at hetta letur seg gera. Ein talsmaður segði við CNN í gjár, at um um talan hevði verið um missil, hevði flogfarið verið í fríum falli beinanvegin ístaðin fyri at flúgva víðari eina lítla løtu, ið tað gjørdi.
Kanadaski forsetin, Justin Trudeau, segði á tíðindafundi í gjár, at fregnaðarkeldur hjá teimum og ørðum londum høvdu váttað, at tað var væl møguligt, at tað ikki var tilvitað, men at allar upplýsingar bendu á, at ein iransk missil hevði skotið flogfarið niður. Boris Johnson, bretski forsetin, hevur sagt tað sama. Kanada var íblandað beinanvegin, tí 63 av fólkunum umborð vóru kanadiskir statsborgarar. Kanada hevur kravt víðari gjøgnumførdar kanningar og fult innlit
Her verður Boeing-flogfarið hjá Ukrania International Airlines rakt (Sjónband: New York Times)
Seint í gjárkvøldið kom videobrot í ljósmála, ið New York Times hevur fingið hendur á. Brotið omanfyri vísir eitt bjart ljós, ið kemur brádliga á himmalin ( tvey sekund inn í klippið), og at flogfar flýgur víðari, eftir at tað er rakt av hesum. Ein hundur hoyrist goyggja hart beint eftir hendingina.
Tað stendur, at Nariman Gharib eigur klippið. Júst hvør tað er, er óvist. New York Times hevur fingið váttað, at klippið ikki er falsað. Upplýsingar koma sum sagt frá kanningum hjá bretskum og kanadiskum mynduleikum - fregnaðartænastum. Ein serfrøðingur hjá New York Times upplýsir á Twitter, at hæddin í flogfarinum, stað og leiðin hjá flogfarinum prógvar, at hetta er ein verulig upptøka
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald