2020-03-01 18:54
Í ódnarveðrinum seinnapartin í gjár fór streymurin í Sandvík og Hvalba. Og ikki fyrr enn í dag hava øll nú streym aftur.
Býlingurin Nes í Hvalba hevur ikki fingið streym fyrr enn í dag, og tað hava tey við neyðaggretati, altso einum motori sum er settur upp í bygdini og framleiðir streym til íbúgvarnar.
Eitt brek er á linjuni, og tað verður rættað so skjótt, sum veðrið loyvir tí, sigur SEV.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald