Innanlands

Neyðugt at hyggja nærri at kommunala bygnaðinum

Við færri og sterkari kommunueindum ber til at reka kommunala geiran meira effektivt, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-10-28 19:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er neyðugt at hyggja nærri at kommunala bygnaðinum, tí tað er ov nógv við 29 kommunum í Føroyum, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

– Hagtøl vísa, at í fjórðu hvørjari kommunu búgva 155 fólk ella færri. Í fimtu hvørjari kommunu verður yvir 30 prosent av øllum rakstrinum brúktur til at umsita kommununa – also til fyrisiting hjá kommunustýrinum. Hetta er ikki skynsamt. Fleiri kommunur eru bæði fyrisitingarliga og fíggjarliga veikar. Við færri og sterkari kommunueindum ber til at reka kommunala geiran meira effektivt, sigur felagið í skrivi á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

– Vit mugu leggja nógv størri dent á at tryggja, at almennar íløgur frameftir hava við sær, at rakstrarútreiðslurnar lækka, eitt nú við at skipa almannaøkið, skúlaøkið og heilsuverkið í størri og skynsamari eindir. Eisini eigur at verða hugt eftir kommunala bygnaðinum við tí endamáli at fáa sterkari kommunur, eins og politisk semja eigur at vera gjørd um talið á stjórnarráðum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað er neyðugt við einum fíggjarpolitiskum regluverki, sum ásetur eitt mark fyri, hvussu nógv almennu útreiðslurnar kunnu vaksa.

– Regluverkið skal tryggja, at útreiðslurnar ikki vaksa ov nógv í góðum tíðum, so nóg mikið er til rakstur og íløgur, tá tíðirnar verða verri. Landið eigur í hesum sambandi at samráðast við kommunurnar um ein útreiðslukarm fyri til dømis eitt fýra ára tíðarskeið, ið liggur fastur, men sum kommunurnar frítt kunnu raðfesta innanfyri, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder