Innanlands

Neyðugt at hava SSL-kort fyri at koyra við Bygdaleiðum

Skipanin er galdandi frá fríggjadegnum 1. mai og eina viku fram - hetta fyri at minka um koronasmittuvandan

Tað verður í eina viku ikki møguleiki fyri at rinda við peningi ella gjaldskortum í bussunum - ferðaætlanin og ferðafólkatalið verður framhaldandi avmarkað (Mynd: Sverri Egholm)

Tað verður í eina viku ikki møguleiki fyri at rinda við peningi ella gjaldskortum í bussunum - ferðaætlanin og ferðafólkatalið verður framhaldandi avmarkað (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-27 09:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frá 1. mai fara Bygdaleiðir at koyra við nýggjum og umhvørvisvinarligum bussum á øllum leiðum - við skerdari ferðaætlan, billettering og tilkalliskipan.

Hetta boðar Strandferðslan frá á heimasíðu sínari. Samstundis verður boðað frá, at tað verður bert møguleiki at nýta eitt SSL-kort frá fríggjadegnum:

- Fyri at sleppa við bussunum í tíðarskeiðinum 1. mai til og við 8. mai, verður neyðugt at hava ella at skaffa sær eitt SSL-kort. Hendan skipanin verður sett í verk fyri at minka um korona smittuvandan. Tað verður bara tikið ímóti SSL-kortum, t.d. mánaðarkortum ella virðiskortum.

Tað vil siga, at tað ikki verður møguligt at gjalda við peningi ella gjaldskortum í bussunum í nevnda tíðarskeiði. Tað verður sett greitt upp: Hevur ein ferðandi ikki eitt SSL-kort, sleppur hesin ikki við bussunum hjá Bygdaleiðum.

Les meira um SSL-kortið her, har standandi ferðaætlan og tilkalliskipan hjá Bygdaleiðum eisini síggjast

Ferðafólkatalið framvegis avmarkað


Strandferðslan skrivar eisini, at í samsvar við tilmæli frá heilsumyndugleikunum sleppa níggju ferðandi við stóru bussunum, fimm ferðandi við miðalstóru bussunum og trý ferðandi við lítlu bussunum. Hetta hevur eisini verið galdandi seinastu tíðina

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder