Innanlands

Neyðugt við semju um at endurnýggja strandfaraflotan sum skjótast

Gott dagligt ferðasamband er avgerandi, og flokkarnir á tingi eiga at ganga saman um eina greiða ætlan fyri endurnýggjan av strandfaraflotanum, sigur Bjørt Samuelsen

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd)

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd)

2021-01-18 08:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Flokkarnir á tingi eiga at ganga saman um eina greiða ætlan fyri endurnýggjan av strandfaraflotanum, tí tíðarhóskandi ferðasamband millum oyggjarnar uttan vegasamband er bráðneyðugt.

Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

– Fyri 300-330 mió. kr., skift á nøkur ár, ber til at endurnýggja allar ferjurnar, ið sigla til smærru oyggjarnar. Ætlanin eigur at byggja á breiða politiska semju, ið røkkur longri enn eitt valskeið, soleiðis at greiða ætlanin kann fylgjast uttan mun til, hvør samgongan er. Júst sum gjørt hevur verið í mun til undirsjóvartunlarnar, sigur hon í lesarabrævi.

Gott dagligt ferðasamband er avgerandi, skulu treytirnar fyri at virka og liva verða javnsettar kring alt landið. Eitt dagført samband er somuleiðis ein fyritreyt fyri, at øll øki í landinum fáa lut í framburðinum, og fyri, at fólk framhaldandi velja at búgva, liva og virka í øllum oyggjunum, sigur Bjørt Samuelsen.

– Borgarar á oyggjunum uttan vegasamband eiga at vita, nær tey kunnu vænta sær nýtt skip. Er undirtøka fyri at seta í miðal 50-60 mió. kr. av árliga, kann allur flotin endurnýggjast uppá fimm-seks ár.

Loysn má eisini finnast til tær leiðirnar, sum í dag ikki hava nøktandi ferðasamband. Tingkvinnan nevnir leiðina til Mykines sum dømi.

– Tað er langt frá ein nóg góð tænasta, at siglt einans verður stutta summarskeiðið, og má siglingin leingjast og útbyggjast til so stóran part av árinum, sum ráðiligt er at sigla fyri veður.

Tingkvinnan vísir á, at har eisini má arbeiðast fyri, at breið politisk undirtøka verður fyri einum fígginarleisti fyri Suðuroyartunnilin, so farast kann undir hesa farleið, sum er avgerandi fyri framtíðina hjá Suðuroynni. 

Roknað verður ikki við nýggjari ferju til Suðuroyarleiðina, av tí at fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin longu eru farnar í gongd, sigur Bjørt Samuelsen. Men pengar skulu kortini vera tøkir til at gera allar neyðugar ábøtur á Smyril og til at leiga hóskandi avloysaraskip komandi árini.

Alt lesarabrævið hjá Bjørt Samuelsen kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder