Innanlands

Niður í ferð: Hetta inniber tað

Her eru tilmælini frá myndugleikunum

Tíðindafundur í Tinganesi í morgun (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tíðindafundur í Tinganesi í morgun (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-12 13:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

• Mælt verður staðiliga til, at fólk ikki ferðast í onnur lond, uttan at tað er hægst neyðugt

• Mælt verður kommunum til at taka stig mótvegis ferðafólkaskipum, sum eru á veg til Føroya

• Fólk, ið koma til Føroya úr útlandinum, mugu vísa størsta varsemi og halda seg heima

• Tað verða greiðar avmarkingar í mun til at vitja sjúkrahús og røktarheim. Nærri boð koma frá heilsumyndugleikunum og kommununum

• Skúlaverkið – tað er hægri lestur, miðnám og fólkaskúlar – letur aftur. Næmingar skulu í tann mun tað ber til fylgja undirvísingini heima.

• Frítíðarskúlar, forskúlar og onnur dagtilboð lata eisini aftur. Eitt ansingartilboð verður veitt teimum, sum av ymsum orsøkum ikki kunnu passa síni børn.

• Á almenna arbeiðsmarknaðinum skulu øll tey, ið ikki røkja tær mest viðbreknu samfelagsuppgávurnar, arbeiða heimanífrá. Starvsfólk fáa nærri boð frá leiðslunum.

• Á privata arbeiðsmarknaðinum eru stig longu tikin fyri at verja seg ímóti smittu

• Heitt verður staðiliga á, at øll tiltøk, sum savnað fleiri enn 100 fólk innandura, annaðhvørt verða útsett ella avlýst

• Mælt verður til, at øll skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur klokkan 22 komandi tvær vikur

Kelda: Løgmansskrivstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder