Innanlands

Niðurstøðan kemur væntandi í komandi viku

Serfrøðingur hjá løgregluni var og kannaði Slættaberg og City Church í gjár

City Church hevur fingið stóran skaða (Mynd: Sverri Egholm)

City Church hevur fingið stóran skaða (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-02 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin í farnu viku var eldur í trolaranum Slættaberg, sum lá í Klaksvík, og fyrr í vikuni varð eisini eldur í City Church í Havn. Bæði málini eru nú kannað, og ein niðurstøða kemur seinni, upplýsir løgreglan.

– Ein serfrøðingur hjá okkum var úti og kannaði bæði støðini í gjár, og seinni kemur ein frágreiðing, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Tað verður væntandi í komandi viku, verður lagt afturat.

Sí eisini: Skilur væl um fólk standa spyrjandi

Sí eisini: Myndir: Stórur skaði hjá City Church

Sí eisini: Myndir: Stórur partur av brúnni kolaður upp

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder