
Klaksvíkar kommuna boðaði í gjár frá á heimasíðu sínari, at Niels Juel Arge er settur sum nýggjur barnaansingarsamskipari.
- Niels Juel byrjar í starvinum tann 1. februar 2021. Hann kemur at hava arbeiðsstað í Húsinum á Fornagørðum, har eisini Barnaverndartænastan og Námsfrøðiliga Ráðgevingin hevur sínar skrivstovur. Haðani kemur samskiparin at vitja dagstovnar og samstarva fakliga við starvsfólkini á Fornagørðum.
Seinastu mongu árini hevur nú 34 ára gamli námsfrøðingurin starvast sum leiðari í náttúrubarnagarðinum Fjallafípan úti í Grøv í Klaksvík. Fjallafípan skal frá 1. mars hava nýggjan leiðara, ið søkt nú verður eftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald