Innanlands

Niels Winther nýggjur stjóri í Vinnuhúsinum

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelagi hevur í dag sett Niels Winther sum stjóra. Hann tekur við starvinum mánadagin og tekur yvir eftir Maritu Rasmussen, sum seinastu 14 árini hevur verið stjóri

Bogi Jacobsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag og Niels Winther, nýggi stjórin í Vinnuhúsinum (Mynd: Vinnuhúsið)

Bogi Jacobsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag og Niels Winther, nýggi stjórin í Vinnuhúsinum (Mynd: Vinnuhúsið)

2022-02-11 18:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Niels Winther er 52 ára gamal, og hevur starvast í Vinnuhúsinum síðan 2011. Áðrenn hetta var hann deildarstjóri í Vinnumálaráðnum, og hevur sostatt drúgvar royndir og gott innlit í tað vinnuliga økið.

Harumframt hevur nýggi stjórin røkt ymisk álitisstørv innan vinnu, útbúgving og gransking.

Nýggi stjórin er útbúgvin í stjórnmálafrøði og virkisleiðslu.

Samstundis sum nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelagi fegnast um at hava sett nýggjan stjóra, vil hon eisini takka Maritu Rasmussen fyri trúgvu tænastuna í Vinnuhúsinum, fyrst sum ráðgevi og síðani sum stjóri í samfull 14 ár. Nevndin ynskir henni blíðan byr í nýggja starvinum sum stjóra á Havstovuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder