2020-03-30 07:45
Nú hava tilsamans 168 føroyingar fingið staðfest koronasmittuna. Hetta byggir á 3.825 kanningarúrslit, sigur landslæknin í morgun.
Hetta merkir, at níggju persónar afturat hava fingið staðfest smittuna hetta seinasta samdøgrið.
Eisini verður boðað frá, at 73 føroyingar nú eru vorðnir frískir – tríggir fleiri enn í gjár.
Ein persónur er framvegis innlagdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald