2020-10-08 17:57
Nú er Javnaðarflokkurin klárur við sínum valevnislista til kommunuvalið í Vágs kommunu.
Níggju fólk eru á listanum – sjey menn og tvær kvinnur. Millum valevnini eru onkur roynd og onkur, sum eru nýggj í politikki.
Í løtuni eru trý umboð fyri Javnaðarflokkin í Vágs kommunu – Kirstin Strøm Bech, Eydis Kjærbo og Levi Mørk. Av teimum trimum er tað bara Levi Mørk, sum stillar upp aftur.
Tey uppstillaðu fyri Javnaðarflokkin í Vágs kommunu eru hesi:
- Johan Augustinussen
- Jens Petur Brattalíð
- Eyðfinn Debes
- Magnus Mørk Hjelm
- Bjarni Johansen
- Birna Müller
- Levi Ryggshamar Mørk
- Ingi Poulsen
- Jórun Poulsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald