Uttanlands

Níggju Nato-limalond: Vit stuðla Ukraina

Stjórnarleiðarar í Kekkia, Estlandi, Lettlandi, Litava, Norðurmakedonia, Montenegro, Póllandi, Rumenia og Slovakia siga í felags fráboðan, at tey taka undir við, at Ukraina gerst limur í Nato

Her sæst ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj við umsóknini um Nato-limaskap (Mynd: Ukrainska forsetaskrivstovan/AP)

Her sæst ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj við umsóknini um Nato-limaskap (Mynd: Ukrainska forsetaskrivstovan/AP)

2022-10-03 07:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Forsetar í níggju Nato-limalondum í Eystur- og Miðeyvropa sendu í gjár út felags fráboðan, har teir søgdu seg stuðla ynskinum hjá Ukraina um at gerast limur í Nato.

Í skrivinum, sum er undirskrivað av stjórnarleiðarum í Kekkia, Estlandi, Lettlandi, Litava, Norðurmakedonia, Montenegro, Póllandi, Rumenia og Slovakia, stendur, at londini standa við avgerðini, sum varð tikin á Nato-toppfundinum í Bukarest í 2008, um, at Ukraina og Georgia í framtíðini skulu kunna gerast limur í Nato.

Eisini heita tey níggju londini á øll Nato-limalondini um at økja hernaðarliga stuðulin til Ukraina.

Tað var fríggjadagin, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj boðaði frá, at Ukraina nú hevur søkt um Nato-limaskap, og at landið ynskir eina skjóta tilgongd, eins og Svøríki og Finnland.

Skal eitt land gerast limur í Nato krevst undirtøka frá øllum 30 limalondum, og er tað ósannlikt, at Ukraina sleppur uppí felagsskapin í nærmastu framtíð. At landið longu er í kríggi ger eisini støðuna truplari.

Sambært tíðindastovuni AP sigur amerikanski trygdarráðgevin Jake Sullivan, tá hann varð spurdur um málið, at umsóknin hjá Ukraina ikki eigur at verða tikin upp nú. Dmitry Medvedev, formaður í russiska trygdarráðnum sigur, at umbønin hjá Zelenskyj um Nato-limaskap er at "biðja Nato um at skunda undir byrjanina av 3. heimsbardaga".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder