
Myndugleikarnir hava í gjár staðfest nýggju koronutilburðir.
Allir persónarnir eru smittaðir í Føroyum, átta tilburðir eru partur av kendari smittukeldu, í einum av førinum er smittukeldan ókend.
Tað tykist serliga at vera í fólkaskúlum í høvuðsstaðnum, at smittan hevur breitt seg. Í Skúlanum við Løgmannabreyt, Hoyvíkar skúla og í Skúlanum á Fløtum, eru næmingar í 8. og 9. flokki, sum eru staðfestir positivir við koronu.
Skúlaleiðslurnar heita á næmingar, foreldur og onnur avvarðandi at vera serliga varin komnaid vikuna. Og eru sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, verður næminugirn biðin um at vera heima og lata seg kanna.
502 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru 16 smittað í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald