Uttanlands

Nikolai prinsur: Skilur ikki avgerðina hjá ommuni

– Eg skilji yvirhøvur ikki, hví tað skal henda soleiðis, sigur elsti ommusonurin hjá Margretu drotning, sum stendur til at missa prinsaheitið 1. januar

Prinsarnir Nikolai og Felix saman við foreldrunum. Frá vinstru: Joachim prinsur, Felix prinsur, Alexandra greivafrú, og Nikolai prinsur (Mynd: Ritzau)

Prinsarnir Nikolai og Felix saman við foreldrunum. Frá vinstru: Joachim prinsur, Felix prinsur, Alexandra greivafrú, og Nikolai prinsur (Mynd: Ritzau)

2022-09-29 19:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

23 ára gamli Nikolai prinsur, elsta ommubarn hjá Margretu drotning, sum saman við systkjum sínum stendur til at missa kongaliga heitið 1. januar, er sera keddur og vónbrotin um avgerðina hjá drotningini.

– Eg og øll mín familja eru sjálvandi sera kedd. Vit eru, sum foreldur míni eisini hava sagt, skelkað yvir hesa avgerðina, og hvussu skjótt tað í veruleikanum er hent, sigur hann í samrøðu við Ekstra Bladet.

– Eg skilji yvirhøvur ikki, hví tað skal henda soleiðis, sigur prinsurin, sum sigur seg vera eins ávirkaður av støðuni og pápin, og vil hann, eins og pápin, heldur ikki siga, hvussu hetta fer at ávirka samband hansara við Margretu drotning.

Nikolai prinsur leggur afturat, at hann hevur vitað av, at hann fór at missa kongaliga heitið, í eina lítla viku, og rakar tað hann uppaftur harðari, nú tað er komið alment fram.

Les eisini: Joachim prinsur: - Samleikin verður tikin frá børnum mínum

Tað var í gjár, at kongshúsið boðaði frá, at Nikolai prinsur, Felix prinsur, Henrik prinsur og Athena prinsessa fóru at missa kongaligu heitini 1. januar, og kongshúsið endurtekur í dag, at talan er um eina avgerð, sum hevur verið leingi ávegis.

Lene Balleby, samskiftisleiðari hjá kongshúsinum sigur, sambært Ritzau, at tey skilja, at familjan er hørm um støðuna.

– Vit skilja, at nógvar kenslur eru uppá spæl í løtuni, men vit vóna, at ynskið hjá drotningini um at framtíðartryggja kongshúsið verður vird, sigur hon.

Mikudagin viðmerkti Margreta drotning eisini støðuna. Hon segði soleiðis:

– Tað er nakað, eg havi hugsað um sera leingi, og eg haldi, tað er gott fyri tey (børnini, red.).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder