Mentan

Nimbus Tópus og Eimyrja víðari í Sement

Í gjár var 2. umfar av Sement í Reinsarínum

(Mynd: Tórsgøta)

(Mynd: Tórsgøta)

2023-04-16 14:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var 2. umfar av ársins Sement-tónleikakapping á Reinsarínum. Á pallin fóru bólkarnir deiDei, Ása Helena Brynjarsdóttir, Nimbus Tópus, Eimyrja og Adrenaline, og endaði tað við, at Nimbus Tópus og Eimyrja komu víðari til finaluna, skrivar Tórsgøta.

Um Nimbus Tópus segði dómsnevndin, at image’ið hjá bólkinum var gjøgnumført. Tað var ein trygg og sikkur framførsla, og ein tann besta konsertin, sum ein av dómarunum nakrantíð hevur hoyrt á Sement. Tey megnaðu at hypnotisera fjøldina og hevði fjøldina í síni hulu hond.

Um Eimyrja segði dómsnevndin, at bólkurin visti, hvat hann vildi. Tað var stílreint og tað var kelað fyri detaljunum. Teir vóru væl samanspældir og dugdi væl at framføra, og tað, at teir dyrkaðu tað so nógv gjørdi, at áhoyrarnir eisini dyrkaðu tað.

Fyrsta umfar av Sement var leygardagin í farnu viku, og tá komu Aggrasoppar og Tormóður víðari til finaluna, sum verður 29. apríl.

3. umfar verður leygardagin 22. apríl. Tá verða hesir bólkar á skránni: Skor, Danny & Ingi, Dóttir, Benjamin Rajani, Hanna Elisa, og Tidal Crush.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder