Seinnapartin leygardagin og út á kvøldið verður sonevnd Nissuveitsla á Vaglinum í Havn.
Talan er um eina røð av konsertum, og so verður felagssangur klokkan hálvgum tríggju áðrenn RSP fer á pallin.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, setur tiltakið, og so eru tað annars Herborg Torkilsdóttir, Páll Brim, Signar í Homrum, Bjarki Hansen, Høgni Reistrup, Danny Baldursson, Kári Fossdalsá og Hallbjørg Poulsen, trína á pall at spæla.
Hetta er eitt ókeypis tiltak og er fyri øll. Tónleikararnir, sum eru á skránni, hava játtað at spæla fyri einki, og fyri at skapa jólahugna í miðbýnum.
- Vit vóna at síggja nógvar familjur og nógv fólk í býnum leygardagin, siga Kenneth Skoubo Bærendsen og Bárður í Gong, stigtakarar til Nissuveitsluna.
- Ætlanin er at skapa karmarnar fyri ein góðan og hugnaligan dag, siga teir báðir.
Eingin fíggjarligur vinningur er í hesum, men til ber at keypa sær okkurt gott í nógvu jólabásunum á Vaglinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald