![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nobelheiðurslønin í búskaparfrøði 2020 fer til amerikansku búskaparfrøðingarnar Paul R. Milgrom og Robert B. Wilson.
Búskaparfrøðingarnir hava granska hvussu uppboðsølur rigga.
Teir fáa heiðurslønina fyri at betra um uppboðsølu ástøði, og fyri at uppfinna nýggj uppboðsøluformat.
Tað boðar Svenska Akademiið, ið stendur fyri handanini, frá.
-Uppboðsølur ávirka okkum meira enn vit halda. Tað ávirkar millum annað bústaðarmarknaðin og elmarknaðin, sigur Peter Frederiksson, ið er talsmaður fyri heiðurslønsnevndina.
Búskaparfrøðingarnir, ið hava fingið heiðurslønina, starvast báðir á lærda háskúlanum í Stanford í USA.
Meira kann lesast um heiðurslønina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald