Innanlands

Nóg trygt við familjusóttarhaldi

Men vandin er sjálvandi fyri, at øll familjan verður smittað

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-04-30 13:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðandi til Føroya verða framhaldandi tilmæld – ikki kravd – at fara í sjálvboðið sóttarhald. Fyri teir føroyingar, eitt nú lesandi uttanlands, sum koma til Føroya at vitja í summar, merkir tað, at tey frítt kunnu vera saman við familju síni, bara ikki fara av matriklinum.

Men familjan kann fara til arbeiðis og skúla sum teimum lystir so leingi ”gesturin” ikki vísir tekin um sjúku.

Á tíðindafundinum í dag viðgekk Bjarni á Steig, yvirlækni, at best hevði verið, um tey ferðandi fóru onkrastaðni tey vóru einsamøll teir fyrstu 14 dagarnar.

- Men tað er ein revsing at skula sita einsamallur í 14 dagar. Og tær royndir, sum vit hava – eitt nú frá páskunum – vísa, at familjusóttarhald er trygt, segði Bjarni á Steig á tíðindafundinum í dag.

Eisini Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, metir tað vera nóg trygt at heita á ferðandi at fara í familjusóttarhald.

- Kravið ella áheitanin um frástøðu er framvegis galdandi, eisini í familjusóttarhaldi. Men vandin er, at familjan kann verða smittað, segði løgmaður, sum vísti á, at so skjótt, sum ein ferðandi verður staðfestur at hava smittuna, so verður øll familjan byrgd av, og tað skuldi verið trygd fyri, at smittan ikki fer víðari út í samfelagið, men verður hildin innan fyri familjuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder