Mentan

Nógv á skránni í Nólsoyar kirkju um vikuskiftið

Eitt nú verða fýra kórkonsertir í kirkjuni leygardagin

(Mynd: Fólkakirkjan)

(Mynd: Fólkakirkjan)

2023-08-10 20:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið skipa nólsoyingar fyri árligu ovastevnuni, og aftur í ár er kirkjan karmur um andaktir, konsertir og guðstænastu, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.

Byrjað verður longu fríggjakvøldið kl 20.30, tá nólsoyingurin og presturin í Leirum Hanus Pál Jógvansson hevur andakt.

Leygardagurin byrjar 10.30 við morgunsangi og andakt við Emil Olsen, stiftspresti, og fýra kórkonsertir verða eisini í kirkjuni hendan dagin:

  • kl. 13.00: Vágakórið og kirkjukórið Ljómur undir leiðslu av Benjamini Gaasedal
  • Kl. 15.00: Tarira undir leiðslu av Bernharði Wilkinson
  • Kl. 16.00: Fuglafjarða sangkór undir leiðslu av Heðini Kambsdal
  • kl. 17.00: Tórshavnar manskór undir leiðslu av Hanusi Joensen

Sunnudagin verður guðstænasta kl. 12 við Anne Mette Greve Klemensen, sóknarpresti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder