Innanlands

Nógv arbeiði á Bakkafrost í løtuni

Íløgurnar, sum alifyritøkan hevur gjørt í virðisøking av vørunum, koma nú fyritøkuni veruliga til góðar

Rúni M. Hansen, nevndarformaður: -Langtíðarætlanin hjá Bakkafrost er, at umleið 40-50% av tiknu nøgdunum av laksi í Føroyum verða seldar sum virðisøktar vørur við sáttmálum til ásettan prís.

Rúni M. Hansen, nevndarformaður: -Langtíðarætlanin hjá Bakkafrost er, at umleið 40-50% av tiknu nøgdunum av laksi í Føroyum verða seldar sum virðisøktar vørur við sáttmálum til ásettan prís."

2020-04-04 14:48 Author image
Jan Müller
placeholder

 

[object Object]

"Stóru íløgurnar innan góðskingargeiran síðstu árini, koma okkum veruliga til góðar í hesum tíðum, segði nevndarformaðurin á Bakkafrost," Rúni M. Hansen, á aðalfundinum í gjár.

Hann vísti á, at Bakkafrost aftur í  2019 økti um liðugvørupartin samanborið við óvanliga lágu framleiðsluna av lidnum vørum í 2018.

Lutfallið av samlaðu tøkuni, sum varð brúkt í virðisøktu framleiðsluni, var 29% í 2019 sammett við 19% í 2018. Sáttmálaprísirnir hækkaðu eisini, og avlopið hjá góðskingargeiranum batnaði munandi samanborið við 2018.

"Stóru íløgurnar innan góðskingargeiran síðstu árini koma okkum veruliga til góðar í hesum tíðum, nú so stórar broytingar eru á marknaðinum orsakað av Covid-19 farsóttini. Ongantíð eru so nógvar virðisøktar vørur virkaðar sum nú, " segði nevndarformaðurin og legði aftrat, at  eini 300 starvsfólk eru knýtt at hesum virkseminum í løtuni.

Langtíðarætlanin hjá Bakkafrost er, at umleið 40-50% av tiknu nøgdunum av laksi í Føroyum verða seldar sum virðisøktar vørur við sáttmálum til ásettan prís.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder