Innanlands

Nógv at gera hjá løgregluni í nátt

Fýra ferðir innan átta minuttir var boð eftir sjúkrabili – Tveir førarar vórðu tiknir fyri rúsdrekkakoyring, og ein varð tikin fyri harðskap

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-01 09:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast veðrið ikki var av tí allarfrægasta, vóru kortini nógv fólk í býnum í gjárkvøldið og í nátt, og í hesum sambandi hevur løgreglan eisini havt fitt av arbeiði.

Løgreglan hevur verið noydd at leggja seg uppí, tá ófriður hevur verið, og eisini hevur hon koyrt fleiri full fólk heim.

Beint eftir klokkan trý í nátt varð eisini boð eftir sjúkrabili fýra ferðir innan átta minuttir. Talan var um fólk, sum vóru dottin og høvdu fingið skaða. So nógvir sjúkrabilar eru ikki til taks um náttina, og tí mátti løgreglan sjálv koyra onkur fólk á skaðastovuna.

Eisini vórðu tveir bilførarar tiknir fyri rúsdrekkakoyring. Tann eini varð tikin í Runavík á midnátt, og hin varð tikin í Havn klokkan hálvgum fýra.

Ein persónur varð eisini tikin í sambandi við einum harðskapsmáli í Havn í nátt. Tað vísti seg, at hann hevði eisini eina lítla nøgd av hashi uppiá sær, og er hann sostatt eisini skuldsettur fyri brot á rúsevnislógina.

Sambært vaktleiðaranum á politistøðini, var viðkomandi ikki heilt edrúur, og varð hann tí tikin við á støðina at sova rúsin av sær, og hann er framvegis á støðini, og fer løgreglan at avhoyra hann seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder