Innanlands

Nógv bera koronusmittu við sær inn á Landssjúkrahúsið

Í hesum sambandi verður mint á um halda vitjanartíðirnar, at ikki fleiri enn tvey vitjan tann sama samstundis, og at ein ikki kemur at vitja, um ein kennir seg illa fyri ella hevur verið í samband við eir koronusmittaðan

2022-02-15 15:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Korona fyllur ikki longur so nógv í samfelagnum, hóast nógv eru smittað, og um tvær vikur eru allar avmarkingar burtur.

Les eisini: Síðsta stigið áðrenn allar avmarkingar verða avtiknar

Á Landssjúkrahúsinum fyllur korona framvegis á ymsan hátt:

- Vit hava í seinastu fleiri ferðir upplivað, at vitjandi hava borið koronu inn í sjúkrahúsið og smittað sjúklingar. Tað er ilt at sleppa undan, nú so nógv hava smittuna.

Hetta skrivar Landssjúkrahúsið á Facebook-síðu sínari seinnapartin, nú roynt verður at gera nakað við støðuna. Landsjúkrahúsið við við boðunum minna fólk á at halda seg til vitjanartíðirnar, og at ikki fleiri enn tvey fólk vitja í senn.

- Kennir tú tær okkurt, ella hevur verið í sambandi við smittaðan, verður tú vinarliga biðin at bíða við vitjanini til vissa er um, at tú ikki ert smittaður.

22 fólk eru innløgd við korona - harav eru sjey innløgd vegna sjálva smittuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder