Innanlands

Nógv færri rættarmál í 2020

Hagstovan hevur gjørt upp virksemið í Føroya Rætti, Fútarættinum og Skiftirættinum í fjør

2021-04-22 08:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rættarmálini eru nógv og fjølbroytt, sløk 1.300 sakarmál vórðu avgreidd í Føroya Rætti í fjør, gott 2.000 mál í Fútarættinum og sløk 500 í Skiftirættinum. Haraftrat gott 80 í Yvirfriðingarnevndini.

Hetta er tó ein stór minking í mun til fyrra árið. Heili 700 færri avgreidd mál í Føroya Rætti, 350 færri mál í Fútarættinum og knappliga 100 færri í Skiftirætinum. Í Yvirfriðingarnevndini er talið óbroytt.

Í Føroya Rætti eru nógv tey flestu málini – um 980 í fjør – borgarlig mál. Síðan aldarskiftið øktust tey nógv í tali, frá umleið 1.100 til tað mesta í 2008 við 2.000 málum. Siðani er tað minkað líðandi aftur, og er nú komið niður um túsund, tað lægsta í hesi øldini, skrivar Hagstovan á netinum.

Revsimálini øktust eisini líðandi frá umleið 300 um aldarskiftið stívliga 800 mál í 2013, tá tey vóru tað mesta. Síðani er tað minkað aftur, niður um 300, sum somuleiðis er tað lægsta í hesi øldini.

Virksemið í Fútarættinum hevur verið skiftandi frá einum ári til annað, men hevur verið spakuliga fallandi. Einstøk ár stinga seg burturúr, serliga 2009. Frá at vera millum 3.000 og 3.500 í nullunum eru málini fækkað nakað til gott 2.000 í fjør. Nógv tey flestu málini í Fútarættinum hava verið áheitanir um panting.

Ein partur av virkseminum í Fútarættinum eru uppboðssølur viðvíkjandi fastogn og skipum. Flestu uppboðssølurnar eru av fastogn, men tølini eru smá við eini átta framdum uppboðssølum í miðal tey síðstu fimm árini, meðan framdu uppboðssølurnar av skipum eru millum eina og onga hesi síðstu fimm árini.

Fyri uppboðsølu av fastogn hava tó árini 2009 til 2014 verið heilt serstøk, har bæði talið av áheitanum um uppboðssølur og talið av framdum uppboðssølum vaks sera nógv frá 2008 til tað mesta 2011-2013 og síðani er minkað aftur til nakað tað sama sum undan fíggjarkreppuni. Í 2020 var aftur stór minking, har talið av framdum uppboðssølum viðvíkjandi fastogn fór heilt niður í eina úr níggju. Onki mál var viðvíkjandi skipum.

Í Skiftirættinum hevur talið av málum verið spakuliga vaksandi síðstu 20 árini. Serliga stórur var vøksturin árini 2009-10. Bert fá mál í Skiftirættinum snúgva seg um trotabúgv, í fjør einans 13 av teimum  tilsamans.

Í Yvirfriðarnevndini hevur talið av málið verið javnt spakuliga veksandi hesi 20 árini, frá eini 50 upp í eini 80.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder