2020-06-19 14:55
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nógv fleiri koronakanningar eru gjørdar síðani mørkini lótu upp mánadagin, men enn er eingin funnin við koronasmittuni.
Heldur ikki av teimum 278 kanningum, sum eru lagdar afturat síðani í gjár, var nakar testaður positivt fyri koronasmittuna.
Í alt 11.816 kanningar eru nú gjørdar, og eingin hevur fingið staðfest smittu í seinastu 5.546 kanningunum.
Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald