Innanlands

Nógv flest Ford seldir í august

41 nýggir Ford-bilar vórðu skrásettir í august mánað

2019-08-31 19:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt av merkjunum sum hevur selt væl í ár kláraði seg framúr væl í august mánað. Tað vísir uppgerð sum Akstovan hevur kunngjørt.

Av slagnum Ford vórðu nevniliga 41 nýggir bilar skrásettir í august mánað. Hetta er nógv mest selda merkið fyri hendan mánaðin, og næstir á listanum eru Toyota og Volkswagen, sum annars haha verið mest seldu bilar í fleiri ár, við 25 bilum hvør.

Fjórðmest seldi bilur var Suzuki við 17 bilum og Renault á fimta plássi við 16 bilim.

Samanlagt er Volkswagen mest selda merkið higartil í ár við 243 skrásettum akførum. 213 bilar av slagnum Ford og Toyota eru skrásettir meðan 208 bilar av slagnum Nissan eru skrásettir higartil í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder