Føroya fólk tekur als ikki undir við ætlanini hjá landsstýrinum og tunnilsfelagnum at komandi Suðuroyartunnilin skal koma upp í Djúpadali á Sandoynni.
Yvir 80 prosent av fólkinum halda, at tunnilin heldur skal koma upp við Múlan norðan fyri Sandsbygd.
Mánakvøldið settu vit umvegis tænastuna Spyr.fo 500 føroyskum veljarum spurningin um hvørja linjuføring tey ynskja fyri Suðuroyartunnilin.
Svarmøguleikarnir vóru teir somu fýra, sum í uppskotinum hjá landsstýrinum.
81 prosent fyri loysnini við Múlan
Tað skal sigast beinanvegin, at tað verri enn so eru øll, sum hava eina støðu í málinum. Heili 42 prosent av teimum 500 spurdu søgdu seg ikki vita.
Men millum teirra, sum hava eina støðu til málið, er støðan rættiliga greið.
Einans 13 prosent mæla til at bora tunnilin beinleiðis millum Sandvík og Djúpadal ella Múlan, uttan at koma upp í Skúvoy. Øll hini mæla til eina Skúvoyarloysn.
Og næstan 81 prosent av teimum spurdu halda at borurin skal setast á við Múlan norðan fyri Sandsbygd, so at vegateinurin eftir Sandoynni verður so stuttur sum møguligt, meðan knapt 20 prosent halda, at tunnilsmunnin Sandoyarmegin skal vera í Djúpadali nærhendis Skarvanes.
Minkandi undirtøka fyri Djúpadali
Sammeta vit hesi tølini við eina kanning, vit gjørdu í desember í fjør, so vóru tá 47 prosent av teimum, ið svaraðu, sum hildu, at tunnilin skal vera ‘norðan fyri húsini í Sands bygd’ meðan 22 prosent svaraðu ‘í Djúpadali, norðan fyri Skarvanes’. Altso eru nógv færri nú, sum mæla til Djúpadal.
Undirtøkan fyri at tunnilin skal koma upp í Skúvoy er eisini vaksandi. Í desember í fjør hildu 50 prosent, at hann skuldi koma upp í Skúvoy. Vit settu aftur spurningin í mai, tá svaraðu 83 prosent ja. Nú er hetta komið upp á 87 prosent.
Fjórðingurin vil ikki hava Suðuroyatunnil
Vit settu eisini spurningin: “Hvat heldur tú um Suðuroyatunnilin?” eins og vit hava gjørt fyrr.
19 prosent siga, at “hann skal gerast sum skjótast”. Í mai vóru tað 20 og í desember 28 prosent.
56 prosent svaraðu at “hann skal bara gerast, um vit vita, at tað er fíggjarliga ráðiligt”. Í mai vóru tað 60 prosent.
Og 25 prosent svara at “hann als ikki skal gerast”. Í mai vóru tað 20 og í desember 12 prosent. Sostatt er talið vaksandi fyri ikki at fara undir Suðuroyatunnilin.
Vit spurdu eisini um fólk um tey trúgva upp á at Suðuroyatunnilin verður veruleiki innan fyri 10-15 ár. 44 prosent svara nú ja. Í mai svaraðu 51 prosent ja.
Suðuroyingar taka undir við loysnini hjá landsstýrinum
Venda vit aftur til linjuføringina, so er í øllum undirbólkum greiður meiriluti fyri loysnini norðan fyri Sandsbygd.
Tá hugt verður landafrøðiliga eftir úrslitinum í kanningini, so kunnu vit ikki taka út úrslitið fyri Suðuroynna fyri sseg, tí í skipanini hjá Spyr.fo telur Sandoynna og Suðuroynna í einum.
Men vit síggja, at veljararnir í Sandoy/Suðuroy bróta eitt sindur frá hinum økjunum í landinum. Her eru tað 65 prosent, sum halda, at tunnilin skal koma upp við Múlan.
Hetta er væl lægri enn í hinum økjunum, har talið liggur frá 75 upp í til 89 prosent.
Hetta kundi bent á, at veljarar í Suðuroynni taka undir við uppskotinum hjá landinum, meðan kanska veljararnir í Sandoynni, sum ikki eru eins nógvir í tali, helst draga talið hinvegin, tí vit hava ein varhuga av, at sandoyingar ikki ynskja ein tunnil til Djúpadals.
35 prosent av veljarunum í Suðuroynni peika á Djúpadalsloysnina, og hetta er eisini væl hægri enn í hinum økjunum í landinum, har talið liggur millum 11 og 25 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald