Innanlands

Nógv fólk í býnum í Havn í nátt

Løgreglan hevur havt úr at gera, men ongi álvarsmál

2021-12-05 09:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vit eru mitt í jólaborðhaldstíðini, og tað merkir eisini, at nógv fólk eru í býnum, og harvið nógv at gera hjá løgregluni.

Løgreglan varð boðsend fleiri ferðir í nátt, men ongi álvarsmál vóru, sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini.

Ein maður varð tó handtikin, og fær eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.

Hetta var í býnum í Havn, har løgreglan varð boðsend í sambandi við at ein maður vísti harðligan atburð. Hóast maðurin ikki gjørdi skaða á nakran, varð atburðurin so ógvusligur, at løgreglan valdi at handtaka mannin. Hann verður leyslatin um middagsleitið, og fær bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.

Annars hjálpti løgreglan fleiri fólkum, eitt nú við at koma upp beinini aftur í hálkuni. Onkur varð koyrdur til hús, og onkur annar á skaðastovuna. Eitt nú varð ein brotin hond staðfest.

Ferðsluløgreglan var eisini úti í nátt. Á Glyvursvegi – obligatoriska ferðafellan niðan á Hamarin á Argjum – varð ein bilførari skrásettur fyri at hava koyrt 84 kilometrar um tíman. Viðkomandi fær eina treytaða frádøming av koyrikortinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder