Innanlands

Nógv vilja hjálpa sjúkrahúsverkinum

- Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum, so uttan mun til um tú lesur til lækna, er sjúkrarøktarfrøðislesandi ella hevur hug at gera reint, ert tú vælkomin at melda teg til

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-03-16 22:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sjúkrahúsverkið hevur fingið fyrispurningar frá fleiri, sum hava bjóðað seg at hjálpa til á teimum trimum sjúkrahúsunum, nú koronavirus ger um seg.

Um tú eisini hevur hug at hjálpa, ber til at skráseta teg á heimasíðuni her, og so setur Sjúkrahúsverkið seg í samband við teg, um tey fáa tørv á eyka hjálp.

- Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum, so uttan mun til um tú lesur til lækna, er sjúkrarøktarfrøðislesandi ella hevur hug at gera reint, so ert tú vælkomin at melda teg til, sigur Sjúkrahúsverkið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder