2024-06-18 09:36
Í februar gjørdi stýri fyri Bústøðum eina fráfaringarátalu við Andras Róin, sum leingi hevði staðið á odda.
Les eisini: Andras Róin farin frá sum stjóri
Síðani hevur Hjørdis Gaard Lailudóttir verið virkandi stjóri. Skjótt eftir avtaluna varð lýst eftir nýggjum stjóra.
Nú freistin er farin er greitt, at rímiliga stórur áhugi er fyri stjórastarvinum í nógv umrødda felagnum.
Sambært Kringvarpinum eru 14 umsóknir til starvið sum stjóri í Bústøðum og er talan um bæði kvinnur og menn.
Sambært formanninum fyri stýrinum, Teiti Samuelsen, verður nýggjur stjóri settur skjótast gjørligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald