Innanlands

Nógv ynskja lutaíbúð í Vágs kommunu

Fleiri enn 30 einstaklingar og pør hava skrivað seg upp. Tað var óvæntað, at áhugin var so stórur, sigur borgarstjórin

Ætlanin fevnir um at byggja íbúðir í tveimum ymiskum støðum í Vági: Úti á Stórheyggi og vesturi í Mýrunum (Mynd: Vágs kommuna)

Ætlanin fevnir um at byggja íbúðir í tveimum ymiskum støðum í Vági: Úti á Stórheyggi og vesturi í Mýrunum (Mynd: Vágs kommuna)

2020-04-15 15:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá freistin at skriva seg upp til at gerast partur av lutaíbúðarætlan í Vágs kommunu var úti beint áðrenn páskir, høvdu fleiri enn 30 einstaklingar og pør skrivað seg upp til at gerast partur av henni.

Hetta skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

9. mars varð ætlanin við lutaíbúðarbygging í Vágs kommunu løgd fram á almennum fundi í skúlahøllini í Vágs Skúla.

- Vit høvdu frá byrjan væntað, at ávísur áhugi var, tí vit fáa javnan fyrispurningar um bústaðir og íbúðir í Vágs kommunu, men neyvan hevði nakar væntað, at áhugin fór at verða so stórur. Nú verður so farið undir næsta stig í ætlanini, sum m.a. fevnir um, at fólk skulu binda seg til at verða partur av ætlanini, at nágreina prísir og fáa fíggjarliga partin endaliga uppá pláss

Hetta sigur Dennis Holm, borgarstjóri við heimasíðuna hjá kommununi.

Stutt um ætlanina við lutaíbúðum í Vágs kommunu

Ætlanin fevnir um at byggja íbúðir í tveimum ymiskum støðum í Vági: Úti á Stórheyggi og vesturi í Mýrunum.

Talan er um lutaíbúðarætlan, har møguleiki er fyri íbúðum í trimum ymiskum støddum, íbúð við 1 kamari, 2 kømrum og 3 kømrum. 

Lutaíbúðir eru skipaðar á tann hátt, at luthavarar umframt at rinda innskot í lutaíbúðarfelagið, eisini rinda mánaðarliga leigu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder