Innanlands

Nógvar atkvøður ongan heimstað

18,5 prosent av teimum spurdu í nýggjastu veljarakanningini hjá Portalinum siga seg ikki vita, hvat tey fara at atkvøða

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-05-11 12:04 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Fólkaflokkurin hevði verið nógv størsti flokkur, og Javnaðarflokkurin er stóri taparin. Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin hesa vikuna.

Men enn sum áður, eru tað nógvar atkvøður, sum ikki hava nakað heimstað. 18,5 prosent av teimum spurdu siga seg ikki vita, ikki fara á val ella fara at atkvøða blankt. 

[object Object]

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu einsamallir fingið meirilutan á tingi. Fólkaflokkurin stendur til at fáa 26,5 prosent av atkvøðunum, og tað er nærum líka nógv, sum Javnaðarflokkurin fekk á seinasta løgtingsvali. Javnaðarflokkurin hinvegin er stóri taparin í hesi veljarakanningini. Gongur úr 26,6 prosentum á valinum niður í 19,4 prosent nú, ein afturgongd á 7,1 prosentstig.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder