2021-09-21 16:11

Strandferðslan boðar frá nógvum avlýsingum orskað av ringa veðrinum kring landið í dag.
Millum annað hevur eingin sigling verið millum Skúvoy og Sand síðani í morgun, og túrarnir hjá Hasfjord millum kl. 15:30 Skopun og kl. 16:15 av Gomlurætt verða ikki sigldir.
Hjá bygdaleiðum eru eisini nógvar avlýsingar. Millum annað á leið 400, sum fer síðsta túrin úr Havn kl. 16:20 og úr Klaksvík kl. 16:30. Eisini eru leiðir í Suðuroynni, Sandoynni avlýstar.
Galdandi avlýsingar kl. 16:11 sambært ssl.fo:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald