Innanlands

Nógvar fráboðanir um vindskaðar í nátt

Tað mesta er tó slíkt, sum verður mett at vera smærri skaðar

(Savnsmynd: Vestmanna sløkkilið)

(Savnsmynd: Vestmanna sløkkilið)

2024-12-05 08:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað hevur verið heilt nógvur vindur í nátt og í morgun, og løgreglan hevur eisini havt út at gera hesar seinastu tímarnar at taka ímóti fráboðanum um vindskaðar og onkrar vatnskaðar.

Tað tykist sum størstu skaðarnir hava verið norðanfyri í landinum. Í Klaksvík vórðu yvir 20 skaðar fráboðaðir í morgun, og annars kring alt landið norðan fyri Skopunarfjørð.

Men í flestu førum er talan um smærri um smærri skaðar, upplýsir løgreglan.

Í Havn hava tvey hús, sum standa í gerð, fingið skaða. Talan var um skjøldrar, sum ikki megnaðu at standa ímóti vindinum, upplýsir Tórshavnar sløkkilið fyri útvarpinum.

Fyrsta fráboðanin kom um trý tíðina í nátt úr Hvalvík, har ein bingja var fokin á sjógv.

Roknað verður við, at nógv fleiri skaðafráboðanir fara at koma inn, nú tað lýsir fyri degi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder