Innanlands

Nógvar seinkingar í Vágum í dag

Ringa veðrið ávirkar flogferðsluna. Fýra komur hjá Atlantic Airways verða seinkaðar í fleiri tímar, og tað verða tríggjar fráferðir eisini

Á heimasíðuni hjá Atlantic Airways er kunning um seinkingarnar. Ferðafólk hava eisini fingið sent kunning um, at flogfar teirra er seinkað fleir tímar, og at seinkingar eru í dag vegna veður (Mynd: Jens Kr. Vang)

Á heimasíðuni hjá Atlantic Airways er kunning um seinkingarnar. Ferðafólk hava eisini fingið sent kunning um, at flogfar teirra er seinkað fleir tímar, og at seinkingar eru í dag vegna veður (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-21 12:57 Author image
Agnar Prestá

Tað er nógvur vindur og ringt veður kring landið. Hetta ávirkar eisini flogferðsluna hjá Atlantic Airways í dag, tí tað er nógvur vindur í Vágunum, og tað verður tað allan seinnapartin.

Les eisini: Illfýsið í dag

Tað fyrsta flogfarið sum kom í morgun setti seg 40 minuttir seinni enn væntað, og harvið varð fyrsta fráferðin til Keypmannahavn eisini 40 minuttir seinkað. Annars gekk sum ætlað við komum og fráferðum hjá Atlansflog fyrrapartin.

Sambært heimasíðuni hjá Atlantic eru fýra komur, ein úr Keflavík, ein úr Edinburg,og tvær úr Keypmannhavn, fleiri tímar seinkaðar. Ein fráferð til Edinburg er utsett frá 13.15 til 19.55 og tað eina flogfarið til Keypmannahavnar stendur nú til at fara á flog beint eftir midnátt. Til ber at síggja broytingarnar undir "Ferðslan" á heimasíðuni hjá flogfelagnum.

Veðrið á flogvøllinum  

Hetta er orsakað av veðrinum, sum nú er vorið verri - vit frætta úr Vágunum, at eitt flogfar hjá SAS setti seg um middalgsleiti. Allar fráferðir hja Atlantic Airways frá áleið middegi til um 19-tíðina eru útsettar, og ferðafólk hava nú fingið kunning um broytingina á telduposti. Veðrið sær út til at batna munandi í kvøld, og tá verður aftur nógv ferðsla á flogvøllinum. 


placeholder
placeholder