- Nú síggjast aftur akfør uttan nummarspjaldur runt um í bygdini.
Hetta staðfestir Vestmanna kommuna á heimasíðu sínari, og er hetta ikki nakað, sum hóvar kommununi.
Boðini á heimasíðuni eru harvið eisini ein áheitan til allar eigarar. Hetta skal greiða fáast á - akfør uttan nummarspjaldur skulu beinast burtur.
Avleiðingin kann annars vera løgregla og bót, og er freistin í skrivandi stund tíggju dagar.
- Er hetta ikki gjørt í seinasta lagi leygardagin 27. apríl 2024, verður heitt á løgregluna um at beina akførini burtur fyri eigarans rokning, skrivar vestmanna.fo.
Rættað og dagført: 18/04 kl. 12.54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald