Innanlands

Nógvir føroyskir rithøvundar luttaka á Bókadøgunum í næstu viku

Í ár bjóðar Norðurlandahúsið millum annað inn til samrøður við aktutellir føroyskir rithøvundar, har til ber at hitta fólkini handan bøkurnar, ið ein hevur lisið ella ætlar at lesa.

Byrjað verður mikudagin 16. november

Byrjað verður mikudagin 16. november

2022-11-11 14:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ongar Bókadagar uttan rithøvundasamrøður, og nógvir ymiskir føroyskir rithøvundar luttaka til samrøður, framløgur og prát vera á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum. 

Frá 16. til 20.november fylla vit Norðurlandahúsið við bókum, rithøvundum og bókafjepparum, og tað plagar at vera nakrir stak hugnaligir dagar. Í ár bjóðar Norðurlandahúsið inn til nógvar góðar samrøður við aktutellir føroyskir rithøvundar. Kom og hitt fólkið handan bøkurnar tú hevur lisið ella ætlar tær at lesa.  

Elin Michelsen kemur at práta um nýggju fantasy bókina, hon hevur útgivið, Vanvarði, sum er næsta bókin í hennara fantasyrøð. Ungu Føroyar hava skipað fyri rithøvundapráti við Marjun Syderbø Kjelnæs og Daniel Viðoy.  

Samrøða verður eisini í millum Dánial Hoydal og Anniku Øyrabø, sum saman hava gjørt Strikurnar. Lív í Baianstovu verður eisini til staðar, har hon fer at hava eina framløgu um bókina Hjarta mítt fyri fót tín

Les eisini: Fýra norðurlendskir rithøvundar vitja bókadagarnar

Hanus Kamban, sum er ein av okkara mest virdu og mest virknu rithøvundum, kemur eisini á Bókadagar, har vit hátíðarhalda, at hann 25.juni bleiv 80 ár. 

Greinasavnið, Opera men eingin olja, kom út um mánaðarskiftið februar/mars 2022, og maðurin handan verkið, Martin Næs, kemur at greiða frá savninum.  

M. A. Jacobsens virðislønin varð handa fyrr í ár, og hon bleiv givin til Det Ferösche Compagnie og leikinLykkenborg. Búi Dam, leikstjóri og høvundur, kemur at práta um leikin og tilgongdirnar, nú tá Sprotin fer at útgeva leikritið. 

Eisini kemur Petur Martin Petersen at hava eina framløgu um savnið av verkunum hjá Jóannis Kristiansen – Leirvíksmálarinum.  

Sí meira á nlh.fo


Norðurlandahúsið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder