Eins og í gjár, veit vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgum um nógvan leysan seyð kring landið.
Fleiri fráboðanir eru komnar inn frá fólki í Vágum, í høvuðsstaðnum og úr Suðuroynni.
Í slíkum førum verða boð send eftir aktingarmanni.
Ónøgd við ungdóm
Fleiri hava í seinastuni klaga um, at heilt ung fólk savnast um kvøldarnar og næturnar beint við Mariukirkjuna í høvuðsstaðnum.
Hetta staðið verður nú rópt "Amerika".
Tað er nakað av larmi, og so halda fleiri, ið boða frá, at tey blaðungu nýta rúsdrekka og rúsevni.
Tá talan er um børn, so er fráboðanarskyldu - barnavendin skal hava boð, upplýsir vatkleiðarin.
Talan er um eitt stað og um eina støða, ið løgreglan nú heldur eitt vakið eyga við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald