Tórshavnar kommuna varð hart rakt av eystanstorminum, sum hevur herjað seinastu dagarnar. Tað kundu Annika Olsen, borgarstjóri, og Bogi Jacobsen, nýsettur tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu staðfesta, tá tey vóru á ferð kring Kaldbaksfjørð í dag fyri at kanna og skráseta mongu skaðarnar.
Serliga á Sundi, í Kaldbak og á landsvegnum millum Kaldbaksbotn og Kaldbak eru stórir skaðar. Í morgin gongur leiðin út til Nólsoyar at skoða skaðarnar frá briminum og storminum har.
Borgarstjórin og tekniski stjórin siga, at tað er sera týdningarmikið at skráseta allar skaðar, so ein ætlan um umvælingar verður gjørd beinanvegin.
Í dag verða eisini stig tikin til at rudda upp í fleiri støðum, eitt nú í Kaldbaksbotni, sum flýtur í óruddi frá sandinum og langt fram í dalin.
Myndirnar eru av Facebook vanganum hjá Tórshavnar kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald