Innanlands

Nógvur roykur í bili Yviri við Strond

Eitt tekniskt brek í einum 14-ára gomlum bili var orsøkin

2020-10-27 11:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur verið friðarligt hjá løgregluni, men seinnapartin í gjár kom fráboðan um, at nógvur roykur var komin í ein bil - so nógvur at bilførarin noyddist at fara úr bilinum. 

Talan var um ein 14-ára gamlan bil, sum koyrdi eftir vegnum Yviri við Strond.

Talan var um eitt tekniskt brek. Motorurin fór knappliga at ganga við fullari ferð, og tað var hetta sum gjørdi, at so nógvur roykur kom úr bilinum. 

Boðað varð frá, sløkkiliðið kom á staðið, fekk tamarhald á roykinum og alt spældi væl av.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder