Innanlands

Nokta sínum limum at søkja eindarleiðarastørv

Pedagogfelagið noktar sínum limum ar søkja størvini, sum høvuðsstaðarkommunan hevur lýst leys. Eingin avtala er um flokking er gjørd millum sáttmálapartarnar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-11-21 21:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur lýst eindarleiðarastørvini leys at søkja, hóast eingin avtala um flokking er gjørd millum sáttmálapartarnar, sigur Pedagogfelagið í fráboðan.

Hetta er brot á grein 14, stk. 3 í sáttmála okkara, sum sigur, at sáttmálapartarir skuldu samráðast um flokking av nýggjum størvum áðrenn tey vera lýst ley

- Vit skulu tí boða frá, at tá talan er um størv, sum eingin lønaravtala er gjørd fyri, so verður noktað limum felagsins at søkja nevndu størv so leingi eingin avtala er gjørd um lønarflokking av størvunum, sigur Pedagogfelagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder