Innanlands

Noktar seg sekan

Málið um brot á grein 266b, sum skuldi avgreiðast í Føroya rætti í gjár, tók eina vend. Tann ákærdi játtar seg sekan í at hava skrivað lesarabrævið á VP, men noktar seg sekan í at hava gjørt nakað skeivt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-06-19 06:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Undan rættarfundi í Føroya rætti í gjár hevði ákæruvaldið boðað frá, at tann ákærdi, hevði játtað seg sekan. Talan var tó um eina miskiljing, tí í rættinum boðaði verji hjá tí ákærda frá, at hann játtaði seg sekan í at hava skrivað greinina, men ikki at hava brotið grein 266b.

Hetta veit Frihedsbrevet.fo.

Málið snýr seg um eina grein ella eitt lesarabræv hjá Birgiri Jakobsen á VP.fo í november 2022.

Í greinini hava tað verið orðingar um samkynd sum hava stoytt so mikið, at John Johannesen, journalistur, valdi at melda greinina og miðilin til løgregluna.

"Um ein bóndi átti ein veðr, sum ikki legði í ærnar, men ístaðin rann eftir øðrum veðrum, hevði bóndin skotið veðrin í stundini. Hetta hevði hann gjørt fyrst og fremst fyri at aðrir veðrar ikki skuldu finna uppá tað sama. Á sama hátt kunnu tey samkyndu eisini smitta tey, sum tey møta" er nakað av tí, sum stóð í greinini.

Birgir Jakobsen sigur við Frihedsbrevet.fo, at hann ikki góðtekur at vera revsaður fyri at ávara móti tí, sum er skeivt.

Av tí at ákærdi noktaði seg sekan, skal málið avgreiðast av einum dómsmanrætti, og ikki bara av einum einstakum dómara. Tí verður neyðugt við einum nýggjum rættarmáli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder